Brúkarasamtakið eftirlýsir spilta vøru

Í áheitan til allar brúkarar biðir brúkarasamtakið fólk um, at boða samtakinum frá, tá tey finna útgingnar vørur á handilshyllunum. Samtakið vísir á, at tað er ólógligt at selja spilta vøru, og at lógin tryggjar brúkarunum í móti hesum. Men ásannar, at ofta verður tosað fyri deyvum oyrum, tá man boðar frá um útgingna vøru, ofta verður man stemplaður grenj.


 
Í tíðindaskrivið sigur brúkarasamtakið, at tað komi Brúkarasamtakinum fyri oyra, at trupulleikin við útgingnum vørum  er størri enn gott er. Tey senda rí hesa eftirlýsing eftir fráboðanum frá brúkarum um útgingna vøru á handilshyllunum. Brúkarasamtakið savnar allar fráboðanirnar saman, og sendir tær til rætta myndugleika, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, ið umsitur matvørulógina. Samtakið átekur sær at grenja, meðan brúkararnir sleppa undan.

Nágreinilig fráboðan skal sendast umvegis teldupost til