Fyri lítlum mánaði síðani legði løgreglan hald á ymiska útgerð í samband við ólógliga stroyming av sjónvarpsrásum. Ein persónur er skuldsettur fyri at veita áleið 80 føroyingum sjónvarpsrásir ólógliga.
Martin Gravesen, varafúti, sigur, at løgreglan enn ger kanningararbeiði í málinum, og at tað krevur ymiskar tekniskar royndir. Kortini er greitt, at løgreglan metir hetta vera eitt greitt brot á lógina um upphavsrætt.
Maðurin, sum stendur handan fyritøkuna, sum hevur veitt sjónvarpsrásirnar, verður skuldsettur, men tað vera brúkararnir eisini, sigur Martin Gravesen.
Løgreglan boðaði beinanvegin frá, at hon fór at seta seg í samband við nýtararnar av tænastuni, og Martin Gravesen sigur, at væntandi verða brúkararnir revsaðir við bót.
- Vit hava ongan royndir við slíkum málum. Tí hava vit leita okkum hjálp úr Danmark, har tey hava nógvar royndir við slíkum málum. Har er vanligt, bæði at fara eftir veitara og brúkara. Tí fara vit eisini brúkarunum, sum kunnu vænta sær eina bót. Hvussu stór revsingin verður, er tengt at, hvussu leingi ein hevur verið brúkari av tænastuni, sigur Martin Gravesen.
Løgreglan heitir samstundis á fólk, um ikki at nýta slíkar ólógligar tænastur.











