Føroyska brúkaraprístalið, sum vísir árliga prísbroyting, er rapað niðureftir síðani 3. ársfjórðing í 2008 til 2. ársfjórðing í 2009.
Tað gongur fram í nýggjastu búskaparmetingini frá Landsbanka Føroya.
Frá 3. ársfjórðingi 2004 til 3. ársfjórðing 2007 hevði brúkaraprístalið ligið støðugt á millum 1 og 3 prosent, sum merkir at prísvøksturin hevur ligið í miðal millum 1 og 3 prosent.
Frá 3. ársfjórðingi 2007 til 3. ársfjórðing 2008 vaks brúkaraprístalið frá 3 prosentum til 8 prosent prísvøkstri, tá fíggjarkreppan brast á.
Síðan tá er brúkaraprístalið rapað niðureftir, og annan ársfjórðing 2009 var talan um eitt prísfall á 0,9 prosent.









