Í 2011 hækkaði miðalprístalið 2,3 prosent. Tað er vøksturin frá miðalprístalinum fyri 2010 til miðalprístalið fyri 2011. Hetta er mesti prísvøkstur síðan 2008, tá vøksturin var 6,3%. Í 2010 var vøksturin 0,4 prosent.
Prístalið er nú 119,4 fyri fjórða ársfjórðing í 2011. Fjórða ársfjórðing í 2010 var tað 116,3. Hetta er ein prísvøkstur á 2,6%.
Tað eru serliga dýrari orka og matvørur, sum hava ávirkað brúkaraprístalið uppeftir seinasta árið.
Brennioljan til húsarhald er farin 19,8 prosent upp og ravmagn 11 prosent (bæði eru undirbólkar í høvuðsbólkinum Býli).
Prísirnir á brennievni til akfør (í hvøvuðsbólkinum Flutningur) eru hækkaðir góð 20 prosent.
Prísirnir í flestu matvørubólkum eru farnir upp seinasta árið, og samanlagt eru matvørur dýrkaðar 2,1 prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.










