Brúkaraprísirnir eru 2,2 prosent hægri

Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 2,2 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Brúkaraprístalið er nú 121,0 – tað var 120,6 fyrsta ársfjórðing í ár, og 118,4 annan ársfjórðing í fjør.

Tað boðar Hagstovan frá fyrrapartin.

Prísirnir á orku eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 13,2 prosent upp, og ravmagn er farið 6,6 prosent upp. Prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 10 prosent.

Prísvøksturin í nýtslubólkunum – ymiskar vørur og tænastur – hevur verið 6,4 prosent. Tað eru gjøld fyri fíggjartænastur, sum eiga meginpartin av hesum vøkstrinum.

Árligi prísvøksturin á matvørur er minkaður og er nú 1,0 prosent sammett við 2,7 prosent fyrsta ársfjórðing. Tað eru bíligari grønmeti og frukt, sum hava tálmað prísvøkstrinum á matvørum samanlagt. Árligi prísvøksturin á kjøti og kaffi er enn stórur.

Mesta príslækkingin seinasta árið hevur verið í nýtslubólkunum klædnavørur og fótbúnaður og samskifti.