Brúkaralógir - antin avoldaðar ella ikki í gildi í Føroyum

Vit eru illa stødd tá tað snýr seg um at tryggja og verja rættindi brúkarans í Føroyum - í høvuðsheitum tí at ongin myndugleiki varar av ella kærir seg um brúkaraviðurskifti. Hóast flestu vita hetta frammanundan, kann tað verða skelkandi at síggja, hvussu illa veruliga stendur til, tá man kannar nærri eftir.

Tað er serliga seinastu 25 árini, at brúkarapolitikkur hevur tikið seg fram og ment lóggávu og myndugleikar at verja áhugamál brúkaranna. T.v.s. at hetta er galdandi í øllum framkomnu londum - uttan í Føroyum. Her er onki hent seinastu nógvu árini - ja tað er enntá so galið, at heldur enn at ganga framá, er gingið beinleiðis afturá. Einasta broyting seinastu 20-25 árini, er tað beinleiðis afturstigið sum hendi, táið Lógin um Príseftirlit og Prísráðið vóru tikin av í 1997 til frama fyri nýggju Kappingarlógina.

Brúkaralógir ikki dagførdar í eina fjórðingsøld
Vit kunnu nevna nøkur dømi um týdningarmiklar brúkaralógir, sum ikki eru dagførdar júst hetta tíðarskeiðið, har broytingarnar í brúkaraviðurskiftunum hava verið størri enn nakrantíð:
-Keypilógin, frá 1906: seinast dagførd í Føroyum 1979
-Lóg um brúkaraavtalur (avtalulógin): seinast dagførd í Føroyum 1979
-Lóg um iðranarrætt viðv. brúkaraavtalum: seinast dagførd í Føroyum 1978
-Lóg um durasølu v.m (m.a. postordra): seinast dagførd í Føroyum 1978
-Lóg um kredittavtalur (pant í fastogn): seinast dagførd í Føroyum 1982
-Lóg um persónligar tryggingaravtalur: seinast dagførd í Føroyum 1975

Sum allar lógir á hesum øki eru hetta ríkislógir, sum eru upprunaliga stava frá ríkismyndugleikunum, men sum eftir viðgerð í Føroyum og tillaging til føroysk viðurskifti eisini eru settar í gildi fyri Føroyar. Árstalið sipar til árið, táið lógin er endaliga staðfest og sett í gildi í Føroyum. Upprunaliga lógin ella lógarbroytingarnar kunnu tí verða gjørdar fleiri ár frammanundan, tí tað kann ganga drúgv tíð, frá tí at uppskotið í einum ríkislógartilmæli er gjørt av fyrstan tíð, til lógin er endaliga staðfest og lýst. So tað er í minsta lagi ein fjórðingsøld, síðan hesar lógir síðst vóru dagførdar í Føroyum.
Tað er serliga grund til at siga at hesar lógir eru avoldaðar, tí tað er ongantíð sum júst í hesum tíðarskeiðnum (frá mitt í 70-unum til nú), at brúkaralóggáva hevur tikið seg fram. Tær tilsvarandi donsku lógirnar eru ofta og nógv broyttar og bøttar hesi árini - oftani sum heilt nýggjar lógir. Og við hvørja einastu dagføring hevur endamálið verið at betra og skerpa brúkaraverjuna. T.d eru allir tíðarfreistir broyttar so, at tær eru til størri fyrimuns fyri brúkaran. Og atlit er tikið til øll tey nýggju vøru- og tænastuøkini, sum eru komin fram tey seinastu 25 árini, t.d alt teldu- og K.T.økið, alt samskiftisøkið, nýggir gjaldsformar, gjaldskort, elektroniskur inet-handil og inet-tænastur o.s.fr..
...men onki er gjørt í Føroyum - onki !

Vit hava t.d. onga fastognarkeypilóg
Eitt er at verandi lógargrundarlag er avoldað - Annað er at fleiri av týdningarmiklu brúkalógunum als ikki eru settar í gildi í Føroyum. T.d.:
?Vit hava onga Lóg um fastognarkeyp: keypir tú eini hús, er ongin serstøk lóg sum regulerar viðurskiftini, setir treytir til seljara og keypara, krøv til støðurfrágreiðing ("tilstandsrapport", gjørd av serliga skikkaðum byggiserkønum), tíðarfreistir fyri kærur, fyri at lata handilin ganga aftur o.n.a.
?Og vit hava onga lóg um gjaldskort ella líknandi nýggjar elektroniskar gjaldsformar, hóast meginparturin av øllum keypi í dag fer fram á henda hátt - í øllum øðrum framkomnum londum er serstøk lóggáva á hesum øki, sum skal tryggja at brúkarin ikki verður fyri misnýtslu ella vanbýti.
?Ei heldur hava vit nakra lóg um marknaðarføring, sum ásetir ítøkiligi krøvini til góðan handilssið.
?Ella nakrað lóg sum ásetir tann almenna myndugleikan (brúkaraumboð ella brúkararáð), sum skal hondheva brúkaralóggávuna, og hevur heimildir at fremja sinar avgerðir.
?Og at enda onga Lóg um brúkarakærunevnd, har brúkarin kann venda sær við eina kæru, sum verður viðgjørd skjótt og kostnaðarfrítt, og avgerð tikin - uttan at brúkarin skal noyðast tann møtimikla og kostnaðarmikla rættarvegin.

Nógv er at taka í ...
Politiski myndugleikin hevur ikki verið og tykist ikki verða sinnaður at gera nakað við hesi viðurskifti. Nú siga teir at nóg mikið er við eini betri kappingarlóg. Hetta ber ikki til longur, so nú er bara eitt at gera: at brúkararnir taka seg saman í felagsskap at seta makt aftanfyri greið boð til politiska myndugleikan um at fáa viðurskiftini í rætt lag.