Tey, sum seta partapening í bankar, skulu kopla kenslurnar úr og høvdið í, áðrenn tey setap pening í smáar, lokalar bankar So bersøgin er stjórin í danska partaeigarafelagnum, Charlotte Lindholm, í tíðindabrævi nú um dagarnar, sum er endurgivið í EPN.
Hon sigur, at í seinastuni hava vit fingið nógv dømi um partaeigarar, sum hava hildið, at partabrøv teirra í einum lítlum, lokalum peningastovni, hava verið tryggleikin sjálvur við støðugum og høgum vinningsbýti.
Men soleiðis er tað verri enn so altíð!
Og hon brúkar Eik til ræðmynd, tá ið hin skal stuðla uppundir síni sjónarmið.
Umframt smáar danskar bankar, sum eru eru komnir í óføri, nevnir hon eisini Eik og hon ávarar beinleiðis ímóti at seta pening í smáar, lokalar peningastovnar.
Hon stafestir, at í partaeigarafelagnum skilja tey ikki, hvussu fíggjarheimurin kann góðtaka hesi rotnu súreplini, tí tað er skilligt, at hetta fær ávirkan fyri umdømið og trúvirðið hjá øllum fíggjarheiminum.
Hon leggur afturat, at tað einasta, sum er vist, er, at tað eru partaeigararnir, sum standa eftir Svartaperi.
Charlotte Lindholm staðfestir, at tey einastu ið hava orsøk at fegnast um støðuna í Eik, eru tey, ið eina nógvan pening á bók í bankanum.
Teirra peningur varð bjargaður í allar evstu løtu av tí at til fyrsta oktober, var óavmarkað trygt fyri øllum innistandandi.
Einasta orsøk til, at teirra peningur er bjargaður, er, at Fíggjareftirlitið kannaði Eik, so at korthúsið lukkaðist at rapa í evstu løtu fyri 1. oktober, tá ið trygdin fyri innistandandi lækkar úr óavmarkaðari upphædd, niður í 750.000 krónur.
Hon ávarar eisini tey sum eiga nógv innistandandi og biðjur tey lata støðuna í Eik vera teimum ein áminning um, at nú er óavmarkaða trygdarnetið burtur.
Tann, sum eigur meiri enn 750.000 krónur á eini kontu í einum ótryggum banka, er tað vert at tryggja seg við antin at seta peningin í virðisbrøv, ella við at skifta í ein tryggari banka, ella við at seta hjúnafelagan fyri kontuni eisini, tí so tvífaldast trygdin upp í 1,5 millión.