Brókaleysur dómari

Eftir at hava dømt dystin millum B71 og Skála mátti dómarin í dystinum ferðast brókaleysur um Skopunarfjørð, tí vanligu klæði hansara vórðu tveitt undir brúsuna


 

Dómarar & trygd


Tað er sjálvsagt, at alt ikki gekk eftir vild, tá B71 um vikuskiftið tók ímóti Skála í fyrra dystinum um upp- og niðurflyting millum fyrstu og aðru deild.

Tá so er, vilja fólk ofta geva einum ella øðrum skuldina fyri, at tað gekk sum tað gekk, og aloftast hevur onkur sítt at siga um dómaran og døming hansara í hesi ella hasi støðuni.


Alt fór í brúsuna

Tó er tað sjáldan, at hetta beinleiðis elvir til atgerðir ímóti dómaranum, men hetta legði onkur sandoyingur tó vertin á sunnudagin.

Tá dómarin í dystinum, Petur Skarðenni, kom inn í skiftirúmið, var nevnliga greitt, at tað so ikki fór at verða í vanligu klæðum hansara, at hann ferðaðist heimaftur. Her vóru nevnliga øll pløgg hansara tveitt undir brúsuna, so har var ikki annað at gera, enn at ferðast í dómaraklæðunum á vegnum heim.

Tá vit fingu orðið á dómaran í dystinum, Petur Skarðenni, var hann ikki so nógv fyri at gera viðmerkingar til málið. Vanliga er tað eisini soleiðis, at dómarar ikki úttala seg um hendingar viðvíkjandi yrki teirra, men Petur fekk tó illa avnoktað, at hendingin var farin fram, og játtaði somuleiðis, at frágreiðing um tilburðin var send FSF.


Møguligar revsingar

Í fyrstu atløgu verður tað kappingarnevndin hjá FSF, sum fer at viðgera kæruna, og so er spurningurin, hvussu álvarsliga teir meta hetta málið.

Kappingarreglurnar hjá FSF staðfesta í grein 22, at tað er heimaliðið, sum ábyrgdina av vælferð dómaranna og hjálpardómaranna bæði undan, undir og eftir dystin. Sostatt er hendingin á Sandi greitt brot á hesar reglur.

Grein 39 í kappingarreglunum ásetur ta revsing, sum kann gevast einum felagi, sum hevur fram brot á kappingarreglurnar. Her verður nevnt, at hevur felag brotið reglurnar, skal hetta revsast við:


- ávaring

- bót

- at tapa dyst

- at felagið verður dømt at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir

- at felagið verður koyrt úr kappingini


Sæð í mun til líknandi hendingar undanfarin ár, so er væl hugsandi, at talan kann gerast um eina bót til B71. Felagið hevur ábyrgd av vælferð dómarans, og at onkur fær atgongd til skiftirúm hansara er í øllum førum átaluvert.

Í fjør var stórt hóvasták gjørt burturúr, tá ein linjuverji varð sligin í búkin í einum dysti í Klaksvík. Her varð felagið ábyrgdað fyri hendingina, og varð KÍ dømt at rinda 10.000 kr. í bót. Nakað sum onkur helt vera í meira lagi, meðan onnur vóru av teirri áskoðan, at hetta var ein alt ov lin revsing, og innibar hetta millum annað, at split kom í dómarafelagið.


Aðru ferð í ár

Í ár hevur eisini ein líknandi hending tikið seg. Tá GÍ og HB spældu landskappingardyst í Gøtu, varð eitt dekk á bilinum hjá dómaranum, Birgir Sondum, kruvt.

Akkurát hvør revsingin í hesum málinum verður, er ikki endaliga avgreitt enn. Í fyrsta umfari hevur kappingarnevndin biðið umsitingina sent GÍ rokningina fyri nýggja dekkið, sum dómarin mátti keypa, soleiðis at dómarin undir ongum umstøðum fekk nakran fíggjarligan miss av hesum.

Børge B. Hansen, formaður í kappingarnevndini sigur, at enn er hetta málið ikki endaliga avgreitt, men at allir upplýsingar í hesum eru fingnir til vega, og at kappingarnevndin fer at viðgera spurningin í næstum.

Áðrenn kappingarnevndin kann viðgera máli á Sandi, verður eisini neyðugt at fáa frágreiðingar frá pørtunum í málinum.


Trý ymisk mál

Spurningurin er so, um øll hesi trý málini verða viðgjørd á sama hátt, tí hóast tey øll eru umfevnd av grein 22 í kappingarreglunum, so eru umstøðurnar undir teimum trimum tilburðunum ymiskar.

Í Klaksvík varð linjuverjin sligin á veg av vøllinum, og hetta fekk alt fyri eitt avleiðingar, soleiðis at feløgini vórðu biðin um at gera eina serstaka geil, sum dómarar og leikarar skuldu ganga eftir, bæði inn á og út av vøllinum.

Í Gøtu fór hendingin fram, meðan dysturin varð ígongd. Spurningurin er sostatt, hvussu vítt grein 22 fevnir, tá tosað verður um vælferð dómarans. Tað er í hesum sambandi væl hugsandi, at tá nýggjar reglur verða gjørdar hesum viðvíkjandi, verður tað álagt feløgunum at hava serstakt parkeringsøki til dómarabólkin.

Á Sandi var sum nevnt talan um, at óviðkomandi persónur fekk atgongd til skiftirúmið hjá dómarabólkinum, og tí er væl hugsandi, at hetta fer at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri felagið. Undir øllum umstøðum verður felagið helst noytt at rinda fyri teir virðislutir, sum fóru fyri skeyti undir brúsubaðnum, og so er spurningurin, um kappingarnevndin áleggur felagnum aðra sekt.