Brúka ungar kvinnur til at smugla

Innvortis rúsevnissmugling er blivin alt meira vanlig, og samstundis verða fleiri og fleiri ungar gentur og kvinnur útnyttaðar til at smugla rúsevni til landið

Ecstasy, amfetamin, kokain og tablettir. Tað er alsamt vanligari fongur hjá Tollvaldinum. Men samstundis er ein annar trendur við at stinga seg upp. Tað er nevnliga at alsamt fleiri ungar gentur og kvinnur verða brúktar til at smugla rúsevni.

Fyrr í ár vórðu tvær ungar gentur dømdar fongsulsrevsing fyri rúsevnissmugling, og sambært narkopolitiinum er hetta ein trend á veg upp.

- Vit síggja oftari nú at ungar gentur verða brúktar til smugling. Tær verða brúktar sum kurerarar fyri bakmenn, og tað eru ungar gentur og kvinnur generelt. Ofta eru tær í forvegin í trupulleikum av rúsevnum og sjálvar brúkarar. Psykan hjá kvinnum í slíkum trupulleikum er eisini nemmari at manipulera, og tær verða útnyttaðar til at flyta rúsevni til landið, greiðir Brynjer Johannesen frá Narkopolitiinum frá.

Samstundis er innvortis smugling vorðin alt meira vanlig, og tá hava kvinnur eisini fyrimun í mun til menn við tað, at tær fáa smuglað meira, um tær koyra pakkarnar uppundir seg.

Sambært Brynjer Johannesen eru bæði narkopolitiið og Tollvaldið blivin meira tilvitað um hetta slag av smugling, og tí verður meira eisini gjørt við at kanna fólk, um hundarnir vísa serligan áhuga fyri fólki, og einki er at finna uppi á teimum.