Brúka trappurnar

Tað er ikki altíð neyðugt við teimum stóru fyrireik­ing­unum ella teirri nógvu útgerðini, fyri at ein kann fáa eitt sindur av likam­lig­ari venjing. Einar van­ligar trapp­ur eru væl egnaðar. Trappu­venj­ing gevur úrslit, men tað er umráðandi at hava eina fasta rútmu, og at fóturin steðgar so stutt sum gjørligt á hvørjum trini.
Trappuvenjing ljóðar kanska ikki at vera ser­liga spenn­andi, men í roynd og veru e­r hes­in venj­­ing­­ar­­­hátt­ur­in sera fjøl­broytt­ur. Tú kanst renna upp trapp­urnar við at seta fót­in á hvørt trin, og ert tú í hampil­iga góð­ari venj­ing, kanst tú leypa ann­a­ð­­­hvørt trin um. Ein ann­ar háttur er at hoppa á báðum bein­­um ísenn upp trapp­­urnar, og er venj­­ingin nóg góð, kanst tú gera hetta við at leypa annað­­­hvørt trin um. Ein eitt sindur meiri krevj­andi háttur er at hoppa tvey trin upp, eitt niður og so tvey upp o.s.frv.
Heldur tú tað vera nakað eins­ligt at venja í trappum, kanst taka ein vinmann ella eina vinkonu við tær, og so kunnu tit gera venjingina sam­an (synkroniskt), um trapp­an er nóg breið.