Eftir fimm árum í Tinganesi er Kaj Leo Holm Johannesen nú sannførdur um, at lønarviðurskiftini og gylta eftirlønarskipanin hjá landsstýrisfólkum skal broytast.
Vit kunnu sjálvandi undrast á, hví tað tekur fimm ár at koma til hesa niðurstøðu. Serliga tá tey flestu í sitandi landsstýri nú eru komin hartil, at tá valskeiðið er runnið, hava tey upptjenað sær fullan pensjónsrætt. Tey hava tá ikki fyri neyðini at tvíhalda um henda gylta rættin til eftirløn, ið lyftir virðið á samlaðu árslønini upp um hálva triðju millión.
Í blaðnum í dag greiðir Kaj Leo Holm Johannesen frá, at nú verður roynt at gera eina skiftisskipan, frá verandi til nýggju lønarskipan, ið skal koma í gildi eftir næsta løgtingsval.
Tí her koma at vera fólk, sum vera politikarar, bæði í gomlu og nýggju lønarskipanini. Meðan tilmælini í álitinum frá arbeiðsbólkinum, ið løgmaður byggir sítt arbeiði á, eru sera greið, so hevur bólkurin ikki loysnina á skiftistíðini. Tann loysnin liggur tí hjá løgmanni.
Avbjóðingin hjá Kaj Leo Holm Johannesen er tí at finna eina skiftisskipan, ið hevur sama signalvirði sum sannføringin hjá løgmanni í hesum máli. Løgmaður sigur seg vilja broyta verandi skipan, tí hon eftir hansara tykki er órímilig. Tað er órímiligt at upptjena sær rætt til fulla pensjón eftir bert átta árum, heldur løgmaður.
Rímiligheitin hjá løgmanni má so eisini síggjast aftur í skiftisskipanini, soleiðis at hon ikki reelt bara gerst ein eyga góðbiti til tey, sum í dag ráða fyri borgum.
Samstundis sum vit taka hattin av fyri løgmanni, ið nú loksins vil fáa viðurskiftini uppá pláss, so stendur tað framvegis sum ein ljótur blettur í myndini, at tað skuldu ganga fimm ár og skuldi vera neyðugt við trimum álitum frá arbeiðsbólkum, áðrenn samgonguleiðarin í Tinganesi nú handlar.
Tað er lætt at síggja myndina av einum løgmanni, sum við vilja hevur skundað sær somikið spakuliga, at hann og hansara fólk hava fingið pensjónina í hús, áðrenn lukrativa skipanin verður broytt.
Og tað er somuleiðis lætt at síggja myndina av einum løgmanni, sum nú vil broyta skipanina, soleiðis at hann og hansara fólk í framtíðini fáa aðrar ágóðar í staðin fyri ta pensjón, sum tey longu hava upptjenað sær rætt til. At tey vilja geva sær sjálvum í posa og sekk.
Okkara løgmaður og hansara landsstýrisfólk hava longu fingið sær upp í fullan posa av eftirløn. Skulu tey eisini hava upp í ein fullan sekk av nýggjum lønum og eftirlønum, so fer botnurin undan øllum trúvirði.
Skiftisskipanin frá gomlu til nýggju skipanina vil geva eina ábending um, hvussu løgmaður definerar rímiligheit. Av hesum stað kunnu vit bara heita á løgmann um at brúka skiftið frá verandi skipan til eina nýggja skipan sum eitt gott høvi at endurskapa álitið millum fólk á, at sama rímiligheit er galdandi fyri høg og lág.