Legg til merkis, at ferðslusamband er ein vøra, sum skapar sín egna eftirspurning. Ein tunnil afturat førir til meira ferðslu. Tann ferðslan skal eisini runt í restini av landinum, so fleiri vegir skulu gerast. Vegasamband førir til krav um fleiri vegir. Til vit at enda hava amerikanskar tilstandir, har flutningurin kostar fimm ferðir meira orku. Fólk búgva í bilum sínum. Men meðan amerikanarar uppdaga, at broyting má koma í – tak til dømis guvernørin í Californiu og borgarstjóran í Seattle – so halda føroyingar glaðbeintir á somu kós, sum longu hevur prógvað seg óbrúkiliga.
Vit eiga at brúka pengar upp á umhvørvi, børn, mentan, útbúgving og heilsu. Ikki upp á tunlar og vegir.