Brúka pengar upp á stimbra hugin hjá børnum at lesa

Í Sunda Kommunu hava tey sett sær fyri at stimbra føroyska málið hjá børnunum og í hesum sambandi hevur bygdaráðið tí samtykt at øll børnini í fyrsta flokki skulu fáa barnablaðið Píka7 fyri einki í alt ár, og børnini í fjórða flokki skulu fáa barnablaðið, Strok, ókeypis í alt ár.

 

Kommunan sigur á síni heimasíðu, at nú hava børnini fingið tað ókeypis blaðið ókeypis og tey í kommunini vóna, at hetta kann vera við til at skapa eina varandi lesigleði hjá børnunum, og eisini vera við til at broyta hugburðin til lesing.

 

Myndin av børnunum við blaðnum, er frá kommununi.