Týskvøldið 12. apríl bjóðar borgarstjórin í Sumba til eitt sokallað ?brúka og blaka burtur kvøld?.
Talan er um eitt kvøld, har m.a. tosað verður um hugburðin hjá okkum til at brúka og blaka burtur. Hildur Vestergaard, borgarstjóri í Sumba, sigur, at øll eru vælkomin til tiltakið, sum verður í skúlanum kl. 18.30, har eisini ein drekkamunnur verður at fáa.