Brúka neyðtøkur sum vápn

Tað er framvegis vandamikið at vera genta ella kvinna í sudanska landspartinum Darfur

Mannarættindafelagsskap­urin Human ¡Rights Watch vil vera við, at neyðtøkur verða framvegis brúktar sum skipaður ágangur ímóti tí svarta fólkinum í Darfur.

Felagsskapurin sigur, at hvørki teir sudansku stjórn­arhermenninir ella her­menn­inir í altjóða frið­ar­varð­veit­andi herdeildini gera nóg mikið fyri at verja gent­urnar og kvinnurnar ímóti teimum arabisku álops­monnunum. Tvørturímóti bendir nógv á, at sudanski stjórnarherurin styðjar álops­menninar, og herfyri skriv­aði ST í einari frá­greið­ing, sum sudanskir hermenn tóku lut í neyðtøkunum.

Tey seinastu fimm árini hava umleið 200.000 fólk latið lív orsakað av ófrið­inum í Darfur, og tvær milli­ónir fólk eru flýdd heiman.