Brákaðir planir

Dan R. Petersen

Tá eg ringdi til sitandi formann í F.F. og boðaði frá uppstilling, vóru fleiri orsøkir til tað. Fyrst og fremst ynskti eg eitt sømiligt valstríð, sum hevði tænt báðum pørtum best.
Eg var so góðtrúgvin, at eg helt meg kunna brúka Óla eftir vaktarskifti, sum má koma. Blaðið skal jú stjórnast eftir 30. januar. Óli kundi skrivað tað almenna stoffið, og meira føroysk fiskivinnutíðindir, sum avgjørt hava manglað í blaðnum. Útróður á Geneseret Vatni viðkemur so lítið føroyskum sjómonnum. Eisini kundi Óli skrivað søguna hjá F.F., nú tað um 5 ár fyllir 100.
Men mongum brestur ætlan. Óli valdi konfrontatiónina. Í grundini býður tað mær ímóti at skriva móti hesum fyrrverandi hugsjónarmanni, sum einaferð stríddist, men sum nú putlast við ættargransking.
Við lyftari pannu kundi hann spáka inn í søgubøkurnar sum tann fakfelagsleiðarin, ið sat longst, og sum ongantíð varð feldur. Nú verður hann mintur sum ein gamal pampari, sum ikki fann úthurðina. Trist.
Ikki tí, søgan er full av maktfullum monnum, sum ikki kendu sína vitjunartíð og tí blivu bornir út.
Eg rætti honum hondina, sum hann lætst at taka. Bert eitt døgn seinni buldrar hann inn í hvørja stovu í landinum og sigur meg lúgva í einum tíðindabrævi, sum Mortan Berjastein sóknarformaður í F.F. hevur skrivað, og sum hann velur at misstolka. Sum um sjómenn ikki sjálvir duga at skriva.
Eg takki annars Tóra Jacobsen fyri stuðulin í Sosialinum og øllum sjómonnum, sum hava ringt hesar seinastu dagarnar, slíkt fløvar.

Eftirskrift.
Pampari sambart Politikens Nudansk ordbog: fagforeningsleder eller partifælle, der er kommet til magten og synes at have glemt sine kammerater.