Serbiski venjarin, Radomir Antic, hevur sagt, at hann vil ikki taka serbiska stórtalentið í Barcelona, Bojan Krkic, við í hópin.
Bojan hevurspanska mammu og serbiskan pápa, og tí kann hann velja, hvørjum landsliði hann spælir á. Hann var eisini í spanska hópinum til seinastu úttøkuna, men fríggjadagin varð ann kortini sáldaður frá. Men spanski landsliðsvenjarin heldur tó fast um, at spælarin í framtíðini skal spæla á spanska landsliðnum.
- Tað hevði verið fantastiskt, um hann valdi at spæla fyri Serbia. Eg havi einki ímóti spanska landsliðnum, og eg ætli mær ikki at skapa nakrar trupulleikar við at taka Bojan í okkara hóp, sigur Antic, sum sigst vera sera væl við pápa Bojan. Hesin eitur eisini Bojan Krkic, og spældi í síni tíð við Reyðu Stjørnu.










