ÓLAVUR Í BEITI
? Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá teimum sosialt veikastu borgarunum? Kann landsstýrismaðurin vísandi til lóggávu siga, hvør hevur skyldu til og ábyrgd av, at eisini hesum borgarum verður tryggjað mannsømilig kor? spyr Heðin Mortensen, og at enda spyr hann, um landsstýrismaðurin heldur, tað vera rímiligt, at ein privatur felagsskapur sum t.d. Frelsunarherurin átekur sær hesa samfelagsligu uppgávu, uttan at fíggjarliga grundarlagið er tryggjað við lóggávu.
Frelsunarherurin við
Í viðmerkingunum til spurningarnar, sigur Heðin Mortensen, at serliga í Tórshavnar kommunu er tað ein trupulleiki við vaksandi talinum av borgarum, sum ikki sjálvir eru førir fyri at útvega sær bústað. Frelsunarherurin hevur gjørt og ger framvegis eitt stórt sosialt arbeiði. Í 1998 læt Frelsunarherurin í Tórshavn upp eitt herberg, har tey, ið ongastaðni høvdu at vera um náttina, fingu boðið eina song.
? Av ársfrágreiðingini fyri 1999 framgongur, at talið á teimum, ið gista á herberginum, er støðugt vaksandi, men samstundis verður víst á, hvussu hugstoytt og trupult tað er serliga køldu árstíðina at senda tey út aftur á gøtuna um dagin.
? Eisini frættist, at fólk, sum ongan bústað hava, m. a. brúka forhøllina á Landssjúkrahúsinum til gisting, sigur Heðin Mortensen í viðmerkingunum til fyrispurning hann hevur sett Helenu Dam á Neystabø.