Skal tað yvirhøvur eydnast at fáa eitt Tjóðleikhús, er hetta einasti útvegur. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum. Hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið un at fáa uttanhýsis fígging til eitt nýtt Tjóðleikhús, har Landið bindur seg til at rinda 66,5 milliónir á langtíðar fíggjarætlanini.
Men Tjóðleikhúsið verður mett at kosta 180 milliónir, og restina er ætlanin so at fáa onnur at fíggja, og her verður mest hugsað um Tórshavnar Kommuna, umframt føroyskir íleggjarar og ymsir norðurlendskir, ella aðrar grunnar.
Tinglimir í andstøðuni skutu við skørpum eftir Høgna Hoydal í morgun og teir skutu honum í skógvarnar, at nú skal hann »biddaragongd« til danskarar at fíggja eitt føroyskt tjóðleikhús. Og teir undrast á, at tað uttanhýsis fígging kann góðtakast til eitt Tjóðleikhús, men at støðan er øðrvísi tá ið Novo Nordisk kemur higar við eini diabetisætlan.
Høgni Hoydal sigur, at tá ið stór mentanarhús av ymsum slagi vera bygd allastaðni, er tað púra vanligt, at ymisk uttanhýsis fígging er við til at fíggja ætlanina. Hann sigur, at talan er bara um at fáa fígging til sjálva byggingina, men ikki til raksturin, so hetta fer ikki undir nøkrum umstøðum at ávirka listarliga frælsið hjá Tjóðleikhúsinum.
Les eisini: Leita eftir 113 milliónum til mentanarhús í Havn
Hann heldur sostatt, at tað er eingin andsøgn í at hava uttanhýsis fígging til ein mentanarhús, sum hetta, tí tað er púra vanligt í flestu londum kring okkum. Hann sigur, at hann hevur hugsað gjølliga um hetta, og hann er komin til ta niðurstøðu, at skal tað yvirhøvur eydnast at fáa eitt Tjóðleikhús, er hetta einasti útvegur at fáa uttanhýsis fígging, har Landið eisini bindur seg til at rinda sín part.
Og hann heldur ikki, at hetta kann samanberast við diabetisætlanina hjá Novo Nordisk. Vit vilja ikki binda okkum til útlendskar pengar, har tann útlendski íleggjarin samstundis skal hava vald á týdningarmiklum viðurskiftum í Føroyum, sigur hann
– Tað er munurin á okkum øðrumegin, og so Sambandsflokkinum, og Fólkaflokkinum hinumegin, tí nú hava teir víst, at teir eru til reiðar at selja burtur av okkara sjálvræði fyri eitt sindur av smápengum úr Danmark.
Hann skilir ikki, hví andstøðuflokkarnir royna at sáa niður í fólk, at vit hava ikki ráð til at gera nakað í Føroyum, uttan at vit eru undirbrotlig, og fáa danskar pengar til tað. Hann skilur heldur ikki, at flokkar arbeiða fyri, at valdið yvir Føroyum skal liggja í Danmark. Men hann heldur, at yvirskipaða endamálið er helst at brúka danskar pengar til at forða føroyingum at taka sjálvstýri.
Hann undrast eisini á, at politikarar í Føroyum vilja brúka orku upp á at sáa niður í føroyingar, at einki ber til, uttan at vit fáa danskar pengar til tað – hóast tað merkir, at vit samstundis selja burtur av okkara sjálvræði.