Í Hvalbiar Kommunu er ætlanin at gera íløgur fyri átta milliónir næsta ár.
Tað hevur bygdaráðið í Hvalba samtykt.
Bygdaráðið hevur viðgjørt fíggjarætlanina fyri næsta ár, men nú skal uppskotið viðgerast meiri nágreiniliga í bygdaráðnum, tí fíggjarætlanin skal viðgerast einaferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt.
Otto West, borgarstjóri sigur, at stóri parturin av íløgunum skulu gerast á havnarlagnumm har ætlanin er at bøta um atkomumøguleikarnar hjá treylarum í sambandi við flakavirkið.
Í tí sambandi skal samráðast við nakrar av teimum, sum eiga egningaskúrar við flakavirkið um at taka at taka teir niður fyri at fáa betri pláss.
Ábøtur
Annars er ætlanin at gera stórar ábøtur á sambýlið, har loftið skal gerast og somuleiðis er ætlanin at fara undir at klæða skúlan og at keypa ymiskt innbúgv.
Harafturat er eisini ætlanin at taka eitt stórt tak at fáa kloakkviðurskiftini í rættlag
Hvalbiar Kommuna eigur útvið tríggjar milliónir á bók, men borgarstjórin sigur, at ætlanin er ikki at tøma kassan.
Tískil verður neyðugt hjá kommununi at taka lán og tað eru tey alt annað enn von við í kommununi, tí tey hava verið rættiliga væl fyri nú í ein mansaldur.
Skulu vit læna til allar íløgurnar, skulu átta milliónir takast í láni og tað er væl trúligt, at tað endar við tí.
Hvalbiar Kommuna var væl fyri, men kyndilsmessuódnin, hóskvøldið 31. januar í 2008 kostaði kommununi dýrt.
Grótkastið í havnarlagnum fekk so stóran skaða, at tað kostaði kommununi 11 milliónir at umvæla.
Og borgarstjórin sigur, at í Hvalbiar Kommunu fata tey framvegis ikki, hví Hvalbiar Kommuna ikki fekk eitt reytt oyra frá landinum at umvæl skaðan fyri, hóast Skálavíkar Kommuna fekk fleiri milliónir frá landinum til skaðan, havnarlagið har fekk í somu ódn.
20% í skatti
Næsta ár verða bæði skattaprosent og barnafrádráttur í Hvalba tað sama sum í ár. Sostatt verður kommunuskatturin 20% og barnafrádrátturin 5.000 krónur næsta ár.