Brúka 25 prosent minni í olju

Men serliga er tað innflutningurin av maskinum og amboðum, sum er nógv vaksin í fjør

Tilsamans vaks innflutningurin til Føroya 93 milliónir, ella tvey prosent, fyrstu teir 11 mánaðirnar í fjør aftur ímóti sama tíðarskeiði í 2015.

 

 

Tá er innflutningurin av skipum og flogførum tald við. Verða tey ikki tald við, vaks innflutningurin 263 milliónir krónur, ella fimm prosent, vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Fyrstu 11 mánaðinar í fjør var innflutningurin slakar 5.772 milliónir, tá ið skip og flogfør eru tald við og hann var slakar 5.556 milliónir tá ið skip og flogfør ikki eru tald við

 

Hagstovan sigur, at størsta broytingin er í bólkinum maskinur og amboð, har vøksturin var 237 milliónir krónur ella 43 prosent. Hinvegin minkaði innflutningurin av brennievni 199 milliónir krónur, ella 25 prosent.

 

Í teimum báðum størstu bólkunum var vøksturin minni, tí innflutningurin av tilfari til annan ídnað enn byggivinnuna, fiskavirking, landbúnað og alivinnu, vaks bara eitt prosent og innflutningurin av beinleiðis húsarhaldsvørum var 1.308 milliónir fyrstu 11 mánaðirnar í fjør. Tað eru 64 milliónir, ell fimm prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í 2015.