Brúka 200 milliónir til vardar íbúðir í Havn

Tað skulu byggjast fleir íbúðir í Suðurstreymoy til fólk við serligum tørvi

Hesi næstu árini, frá 2017 til 2022, skulu 200 milliónir krónur brúkast til at útvega íbúðir í Suðurstreymoy til fólk við serligum tørvi.

 

Tað er greitt, nú Samgongan hevur lagt fíggjarpolitikkin fyri hesi næstu fimm árini, fram.

 

Tað er bráðneyðugur tørvur á at útvega fleiri bústaðir í Havn til fólk við serligum tørvi, tí bíðilistin er langur, staðfestir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Í hesum sambandi skal peningurin brúkast til bústaðir til fólk við menningartarni, sálarsjúku, og heilaskaða, umframt at byggja nýggjan bú- og viðgerðarstovn til børn og ung við autismu og eitt nýtt barnaheim.

 

– Við hesi ætlan verður mett, at bíðilistin til vardar bústaðir minkar munandi, umframt at tey gomlu sambýlini verða niðurløgd, soleiðis, at tey, ið húsast í umbygdum sethúsum fáa meira virðiligar bústaðir. Somuleiðis fara fleiri fólk at fáa dagtilboð og umlætting, sigur landsstýriskvinnan.