Sambært bretska forsætisráðharranum eru leiðararnir í G20-londunum samdir um at tiltøk fyri 1.000 milliardir dollarar fyri at tálma fíggjarkreppuni Á toppfundinum í London eru leiðararnir í G20-londunum vorðnir samdir um ymisk tiltøk, sum fara at kosta 1.000 milliardir dollarar, og sum skulu setast í verk fyri at tálma fíggjarkreppuni.
Tað segði bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, seinnapartin.
Sum skilst skal meginparturin av pengunum latast altjóða grunnum og stovnum so sum Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF. Hann kann sambært semjuni fáa upp til 750 milliardir dollarar. Samstundis skulu 250 milliardir dollarar brúkast til at seta ferð á heimshandilin.
G20-leiðararnir eru eisini samdir um at taka stig til at forða einstaklingum og feløgum at fjala pengar fyri skattavaldinum. Í tí sambandi fara teir at almannakunngera eitt yvirlit yvir lond, ið virka sum skattaskjól.