Brúk fyri stuðli

Nýggi KÍ-venjarin var væl nøgdur við avrikið hjá sínum spælarum leygardagin.

- Vit manglaðu fleiri av okkara stuðulsspælarum til dystin, men spælararnir, sum fingu kjansin, kláraðu seg sera væl. Vit høvdu eitt sera ungt lið, og teir stríddust sera væl. Í løtum spældu vit eisini væl, og vit skaptu nakrar stórar kjansir, sigur Eyðun Klakstein.

- Vit kundu saktans havt vunnið dystin, men javnleikur er eisini til at liva við. Dysturin vísir, at vit eru á rættari kós, og nú skulu fólk bara hava tol við liðnum. Áskoðararnir stuðlaðu okkum sera væl, og tað er júst tað, sum vit hava mest brúk fyri næstu tíðina, sigur KÍ-venjarin.