Brúk fyri pengunum

Norski forsætismálaráðharrin Jens Stoltenberg segði í fyrilestri sínum, at norðmenn ikki kundi verið útlendska kapitalin fyriuttan, tá oljuvinnan bleiv rist upp á føtur.

Noreg er ein av stóru veitarunum til altjóða orkuídnaðin, sum 7. størsti framleiðari og 3. størsti útflytari av olju.

? Fyri 100 árum síðani var Noreg eitt fátækt land. Farna øldin er søgan um, hvussu vit arbeiddu okkum burtur úr vesaladóminum, segði norski forsætismálaráðharrin Jens Stoltenberg, ið var fyrsti røðarin á ONS-stevnuni.

Hann legði dent á, at Noregi undir ongum umstøðum kundi havt bygt upp eina so sterka vinnu, um ikki útlendskur kapitalur var við frá byrjan.

? Útlendsku pengarnir, vitanin og ráðgevingin vóru neyðug. Men vit syrgdu eisini alla tíðina fyri at hava eiftirlit við og tryggja eigaraviðurskiftini yvir okkara oljutilfeingi, segði Stoltenberg.


Styrkir Statoil

Verður tað upp til Jens Stoltenberg, skal norska landsoljufelagið Statoil partvís privatiserast.

? Eg meti tað styrkir um Statoil, sleppa privatir eigarar upp í part. Men samstundis haldi eg, at landið skal eiga meirilutan í oljufelagnum.

Jens Stoltenberg nevndi eisini á pressufundi seinni á degnum, at eitt nýtt felag skal stovnast. Hetta felag skal eiga Statoil og SDØE (Statens direkte økonomiske engagement, sum umsitur tær útvið 300 mia. hjá norska statinum).

? Hetta tryggjar okkum, at vit fáa sum frægast burtur úr avlopinum, segði hann.


Vit kunnu gera nakað

Jens Stoltenberg vísti á í røðu síni, at tað er umráðandi hjá stórum olju-fyritøkum at vísa ábyrgd fyri heilsu, umhvørvi og trygdini, tá tey skulu menna orkuna í einum fremmandum landi.

Eisini nevndi hann, at seks børn doyggja í heiminum um minuttin, tí tey ikki eru vaksinerað.

? Er tað nakar sum kann pynta upp á hesi ræðandi tøl, so eru tað sterk oljulond sum eitt nú Noregi, segði Jens Stoltenber og legði aftrat, at norska stjórnin komandi 5 árini hevur sett eina milliard krónur av í hesum sambandi.