So ovurhonds nógv børn hava teknað seg til fiskikappingina, sum verður í Klaksvík klokkan 19 í kvøld. Sama er við tiltakinum at kasta fløskupost og at enda við vatnkrígnum, sum verður aftaná.
- Vit skulu brúka nógv fleiri bátar til børnini, so vælsignaði seti tykkum í samband við okkum - Ólav (217130), John William (456285) ella Oliver (284379), verður sagt úr Klaksvík, nú hesi tiltøk nærkast.
Fiskikapping, kasta fløskupost og vatnkríggj eru alt barnatiltøk í sambandi við Føroya Sjómannadag.










