- Tað hevði verið heilt burturvið, um Arne Poulsen ikki slapp at halda fram i Vinnumálaráðnum, tí brúk er fyri hansara vitan og arbeiðsmegi.
Tað sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, við Sosialin í dag.
Samstundis, sum Arne Poulsen varð loystur úr starvinum sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, gjørdi løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir av, at hann skuldi halda fram í Vinnumálaráðnum í einum undirskipaðum starvi.
Av tí at starvið ikki er normerað, verður tað uppgávan hjá leiðsluni í Vinnumálaráðnum at finna neyðugu fíggingina. Somuleiðis verður tað uppgávan hjá leiðsluni at útgreina innihaldið í starvinum.
Marjun Hanusardóttir sær einki galið í, at eitt starv verður gjørt til Arna Poulsen, og at starvið ikki verður lýst leyst, so onnur hava høvi at søkja starvið.
- Í einum aðalráði liggja altíð nógvar óloystar uppgávur, sigur løgmansstjórin.
Loysnin við Arna Poulsen er vald í tøttum samstarvi við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.
Marjun Hanusardóttir sigur við Sosialin, at Vinnumálaráðið so avgjørt hevur brúk fyri vitanini og arbeiðsmegini hjá Arna Poulsen.
- Arne Poulsen varð sum aðalstjóri løntur í 39. lønarflokki við umleið 5.000 krónum í viðbót um mánaðin. Nú er hann fluttur niður í 36. lønarflokk og hevur mist viðbótina.
Løgmansstjórin sigur, at Arne Poulsen kortini varðveitir tænastumannapensjónina, og tað heldur hon ikki vera meiri enn rímiligt eftir at hava verið aðalstjóri í 15 ár.