BR í Føroyum er føroyskt partafelag

– Húsagangurin hjá »BR Legetøj« og »Toy’s ”R” Us« hevur ikki beinleiðis ávirkan á handlarnar í SMS og á Hálsi. BR Leikur er eitt føroyskt felag við sjálvstøðugum rakstri

– Húsagangurin hjá »BR Legetøj« og »Toy’s ”R” Us« hevur ikki beinleiðis ávirkan á handlarnar í SMS og á Hálsi. BR Leikur er eitt føroyskt felag við sjálvstøðugum rakstri.

 

Soleiðis skrivaðu BR Leikur í Føroyum í seinnapartin í gjár, tá tað frættist um húsagangin hjá »Top-Toy«, sum er felagið, sum stendur handan handilsketurnar við leika í Norðanlondum, »Fætter BR« og »Toys "R" Us«.

 

BR Leikur í Føroyum verða riknar í føroyskum partafelag, sum er partur av Jákup á Dul samtakinum. Nevndarformaður í BR Leikum í Føroyum og Bárður Nielsen, løgtingsmaður og formaður Sambandsfloksins.

 

Á Facebook boða tey frá, at hóast »Top-Toy« er farið á húsagang í gjár, so fær tað ikki somu ávirkan á teir báðar handlarnar í Føroyum, sum í øllum hinum 222 BR handlunum í Norðanlondum, ið lata aftur og siga øllum starvsfólkum úr starvi.

 

BR Leikur er eitt føroyskt felag, við sjálvstøðugum rakstri, skriva BR Leikur og halda fram:

 

Vit vilja við hesum boða frá, at handlarnir virka sum áður. Viðskiftafólk okkara kunnu enn sum áður býta gávur um, fáa pening afturgoldnan fyri vøru, sum ikki er brúkt og so framvegis.

 

Tey í BR Leikum vita ikki, hvussu framtíðin hjá danska BR Legetøj verður.

 

– Møguliga fær BR Leikur nýtt navn og aðrar veitarar av leikum, skriva tey.