Brúgvin um Sandá skal aftur í uppruna stand

2,2 mió. kr. settar av til arbeiðið

Tórshavnar kommuna hevur nú játtað pengar at gera arbeiðið liðugt við at seta brúnna um Sandá í upprunastand, og 2,2 milliónir krónur eru játtaðar til arbeiðið í íløguætlanini fyri komandi ár.

Articon hevur frammanundan tikið asfaltið oman av brúnni og skorið betonplátuna burtur. Betongplátan varð løgd oman á brúnna í sambandi við øktu ferðsluna, tá Gamlarætt varð bygd.

Men nýggi veðurin um hálsin hevur havt við sær, at bilar koyra ikki meira eftir brúnni.

Nú vanliga bilferðslan ikki hevur tørv á brúnni meira, kemur hon gongufólki til góðar, tí Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at knýta brúnna í gøtuskipanina hjá kommununi.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna um brúnna um Sandá:

Tað var í 1925, at Tórshavnar kommuna hevði lýsing prentaða í Tingakrossi, har brúgvin um Sandá varð boðin út. Fimm tilboð komu inn, og Vilhelm Samuelsen (seinni Tórsheim) átti lægsta tilboðið, 12.487 krónur.

Gamla brúgvin um Sandá umboðar handverk og byggisið, ið ikki sæst nógv til í nútíðar bygging. Nú brúgvin aftur fer at síggja út, sum hon gjørdi fyri skjótt hundrað árum síðani, verður søgan um brúnna eisini miðlað - millum annað við skelti á staðnum.