Brúgvin um Sandá Halt teg til sannleikan, Bogi Andreasen

Nógv skal ein hoyra áðrenn av dettur oyrað, kundu tey gomlu taka til, tá ið onkur gjørdi sær dælt av at fara lætt um sannleikan. Hetta var tað fyrsta, sum rann mær til hugs, tá ið eg las við­merkingina hjá Boga Andrea­sen um brúnna um Sandá.

Marin Katrina Frýdal
forkvinna í teknisku nevnd Tórshavnar býráð, limur í bygginevndini fyri brúnna um Sandá

Eg skilji væl, at Bogi Andrea­sen leingist eftir brúnni, tí tað hevði lætt nógv um gerandisdagin á farleið hansara millum Svanga og Argir á sama hátt, sum hjá so mongum øðrum borgarum í Tórshavnar kommunu.
Men at taka ein brotpart úr einum størri samanhangi við eittans endamáli at villleiða borgaran er sera ódámligt. Men hetta tykist vera vorðið stílurin hjá Boga Andreasen. Hann enntá dittar sær at nýta orðini “kom í gongd”. Bogi Andreasen veit betur enn nakar, at verkætlanin um brúnna um Sandá er væl og virðiliga knæsett í bý­ráðnum, hann hevur sjálvir sitið í bygginevndini fyri brúnna um Sandá, alt til hann hálsaði um frá at verða tjóðveldismaður og gjørdist fólkafloksmaður. Umvending hansara hevði tær politisku fylgjur, at hann varð koyrdur frá sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, koyrdur úr bygginevndini fyri brúnna um Sandá og koyrdur úr fleiri øðrum nevndum við. Bogi Andreasen veit betri enn tey flestu, at verkætlanin um brúnna um Sandá langt síðani er farin av á barkastokki, at arbeitt hevur verið við verkætlanini í longri tíð, og at peningur er settur av á íløguætlanini bæði fyri í ár og næstu árini. Eisini veit Bogi Andreasen, at brúgvin um Sandá hevur høga raðfesting, og at eg sum forkvinna í teknisku nevnd havi verið heit talskvinna júst fyri hesi verkætlan.
Bogi Andreasen ger eina roynd at mála eina mynd fyri borgarunum, at brúgvin ikki verður gjørd, ella verður parkerað ella er útsett. Tað er rætt, og heldur einki und­antak, at í samband við fíggjar­ætlanararbeiðið vórðu gjørdar ymsar flytingar. Eftir fyrstu viðgerð kom fram, at tann upphæddin, sum í fyrstu atløgu varð sett av til brúnna, ikki øll fór at verða brúkt í ár. Tí vórðu 2 mió. fluttar til aðra verkætlan innan tekn­iska økið, nevniliga verk­ætl­anina fyri kloakkir, tí ov lítið frammanundan var sett av til ta verkætlanina fyri at røkka lógarkravinum um góðkenning av spilli­vatns­ætlanini innan 2015. Alt hetta veit Bogi Andreasen full­væl, men hann brúkar hetta til at villleiða og tekkj­ast borgarunum, og er hetta eftir mínum tykki ein sera ódámligur og lítið mannsømiligur fram­ferðar­háttur. Men Bogi Andreasen hevur eftir øllum at døma meira enn onnur sera stór­an tørv á at lifra fyri borg­arunum, nú hann til komandi kommunuval skal berast aftur í býráðið av øðrum veljarum enn seinast, nú hann hevur skift flokk.
Brúgvin er ávegis, uttan mun til hvønn politiskan gangara, Bogi Andreasen í løtuni ríðir á, varaborgarstjóri Tórshavnar býráð valdur av tjóðveldisfólki og vara­ting­maður fyri Fólka­flokk­in á Løgtingi. Og Bogi Andreasen skal ikki pella um verkætlanir, sum tekn­iska nevnd arbeiðir við. Soðið er ov tunt og politiski boðskapurin ov vánaligur, tú verður noyddur at lata eina betri bót út í súpanina næstu ferð tú fer í blekkhúsið.