Í 1969 var byrjað at gera nýggja brúgv um Leynará, sum kom fyri gomlu brúnna, sum tá var um 100 ára gomul. Nýggja brúgvin var 45 m long og 10 m breið við 1,5 m breiðum gongubreytum. Brúgvin kostaði umleið eina hálva millión at byggja.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór










