Brúgvin tolir ikki skvøtt

Tað ljóðar næstan sum skemt, men í Noregi hava vegamyndugleikarnir trupulleikar av fuglaskvøtti.

Í september eru tíggju ár, síðani Nordhordalandsbrúgvin við Bergen bleiv tikin í nýtslu. Fleiri av stabbunum á norðara enda á brúnni hava fingið ein grønligan lit, og sambært vegamyndugleikunum kemst tað av, at likkur og másar javnan skvøtta á stabbarnar. Verkfrøðingurin Einar Noremark sigur við tíðindastovuna ANB, at í fuglaskvøtti er eitt evni, sum fer illa við betongstabbunum, og tað er sera óheppið fyri brýr sum eitt nú Nordhordalandsbrúnna, sigur hann.

Vanliga plag vindur og regn at loysa trupulleikarnar, tá heystið kemur, men soleiðis var ikki í fjør, og tí eru fleiri av stabbunum grønir á liti í ár. Kortini ætla vegamyndugleikarnir ikki at gera nakað við trupulleikan nú, tí sambært Einari Noremark er ikki neyðugt at gera nakað, fyrr enn brúgvin er eini 20 ára gomul.