Í morgun máttu sandingar sanna, at náttúrukreftirnar ikki eru at spæla við, tá tær sleppa leysar.
Soleiðis verður skrivað á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu í kvøld, nú brúgvin við Sandsvatn er farin í knús.
- Fiskibrúgvin varð gjørd fyri mongum árum síðan fyri at fólk við avbjóðingum ótarnað kundu stytta sær stundir við sílatráðuni.
- Í morgun mátti brúgvin so víkja fyri ísinum, sum kom rekandi inn eftir Sandsvatni. Ófatiligar kreftir, leggja tey í Sands kommunu aftrat.
##med2##











