Arbeiðið uppá brúnna um Streymin hevur tikið sína tíð, men nú fer at líða ímóti endanum. Í juni mánaði kunnu bilførarar koyra ótarnaðir eftir brúnni, sum er vorðin høvuðsumvæld.
Av landsverki verður upplýst, at bilverjan í syðru síðu verður skift út í løtuni. Tá veðrið verður til vildar, skal fuktsperra leggjast í brúnna, og síðani verður breytin asfalterað.
Av øðrum arbeiðum á brúnni verður nýggja gongubrúgvin í norðaru síðu liðug í mai. Samstundis verður eisini bilverjan í hesi síðu skift út.
Men alt arbeiðið við brúnni verður altso liðugt í juni.









