Fleiri fólk druknaðu, tá ein brúgv brotnaði og datt niður í eina á í Brasil fyrradagin. Myndugleikarnir siga, at fleiri bilar vóru á brúnni, tá hon brotnaði, og at minst 20 fólk endaðu í ánni. Nøkur teirra vórðu bjargað beinanvegin, men tey flestu druknaðu.
Tað hevur regnað illa í pørtum av Brasil í seinastuni, og tað nógva regnið hevur havt við sær, at áin Jacui er vorðin óvanliga stór. Fyrradagin stóð so nógv á stólpunum undir brúnni, at hon brotnaði.
Myndugleikarnir siga, at vatnflóð og skriðulop hava kravt minst 75 mannalív síðani á nýggjárinum.