Í minsta lagi 11 fólk doyðu, og umleið 30 eru ikki funnin aftur, eftir at ein brúgv datt niður á indonesisku oynni Borneo í gjár. Fleiri bilar vóru á teirri 720 metrar longu brúnni, tá hon fór, og allir duttu niður í ánna.
Indonesisku myndugleikarnir siga, at menn vóru í ferð við at umvæla brúnna, tá vanlukkan hendi, og sum skilst gjørdi umvælingin, at brúgvin toldi ikki alla ferðsluna.
Bjargingarlið funnu fýra lík í ánni í gjár, og í morgun funnu tey sjey lík, sum vóru rikin upp á land.
Brúgvin var gjørd við teirri kendu Golden Gate-brúnni í San Fransisco sum fyrimynd og var bindilið millum býirnar Tanggaring og Tanggaron Sebrang, skrivar Reuters úr Indonesia.










