Fá eru eftir í tinginum, sum hava arbeitt saman við Heina har. Hann hevur altíð verið fólksins rødd á tingi, og tað hevur verið lurtað eftir honum, og soleiðis verður eisini í komandi valskeiði. Vit fáa ikki alltíð tað vit vóna og ynskja, og í politikki kann alt henda, og ofta er ilt at meta um aftaná, hví tað hendi, sum hendi. Alt hevur sína tíð.
Mong minnast støðuna, tá ímynd floksins Erlendur Patursson doyði í 1986, og flokkurin hevði ilt við at fóta sær. Tingfólkini smæddust als ikki burtur, men ongin hevði ta savnandi megi, sum Erlendur hevði. Tá var tað gott at eiga Heina, sum kendi flokkin frá fyrsta degi, og sum sjálvur var partur av floksins søgu. Heini hevði gott minni, og hann var ongatíð sjálvsøkin. Hann talaði floksins søk av heilum huga og hjarta, og hann samstarvaði væl við aðrar flokkar á tingi. Hann segði sína meining uttan at fáa fíggindar, tí øll vistu, at hann droymdi ikki um at spæla nøkrum neisir.
Á valinum i 1988 fekk flokkurin 2 tingkonur. Onkur floksfelagi gramdi seg um kvinnudominansin í flokkinum men ikki Heini. Hann sá tað sum eina styrki, og hann stuðlaði okkum væl. Og so kom valið í 1990, har Tjóðveldisflokkurin bert fekk 4 tingfólk. Tøkk og prís var Heini ein av teimum. Hann gjørdist formaður á tingi. Nógv fólk minnast 90-ini og hava ring minni, og nøkur eru, ið kenna sviðan enn. Hetta var truplasta tíð í polisisku søgu okkara. Nógv vreiða var vend móti politikkarunum, men ikki móti Heina. Hetta er ikki bara nakað eg sigi. Hann fekk eisini eitt rimmar fólkatingsval, átti atkvøður nærum í hvørjari bygd. Heini í Kunoy var vorðin vónin hjá mongum.
Í 1998 brast fyri nev, og nýggja tíðin var byrjað fyri fólk og føðiland eins og fyri tjóðveldisflokkin, sum Heini hevði myndað á tingi hesi truplu ár.
Hann var uttan fyri tingið seinasta valskeið, men stillaði uppaftur hesaferð og norðoyatingmaðurin var afturvunnin til Tjóðveldi. Á henda hátt eyðnaðist honum at grøða eitt sár, sum nívdi.
Tá flokkurin í næstum fer at hátíðarhalda 60 ára føðingardagin fara helst fleiri at senda Heina eina tøkk fyri, at hann ikki bert einaferð megnaði at vera brúgvabyggjari, tá á stóð. At vera tjóðveldisfólk er ikki bara at velja fjórahvørt ár, - tað er eisini ein lívsstílur.
Ongatíð áður hevur Tjóveldi havt so stóra umboðan á tingi og í landsstyri. Tjóðveldi er størsti flokkur og fyri fyrstu ferð í søguni hjá einum flokki yvirhøvur í Føroyum er helmingurin av landsstsýrisfólkum og tingfólkum kvinnur. Tey eru ung, og tey eru vælútbúgvin og so hava tey harumframt tað sum hvørki kann lærast ella keypast – nevniliga drúgvu royndirnar og innlitið hjá Norðoyatingmanninum.
Eingin veit, hvussu langa tíð fólk eiga í politikki, men tey, ið eru har, hava sjálvi ábyrgd av, hvussu tey handfara tíðina og tilfeingið tey fáa. Í hesum høpi og samstarvi er eisini nakað, ið eitur at duga at finna javnvág millum tað harða og tað bleyta.