Brúgv er loysnin í Leirvík

- Sum borgari havi eg hug at krevja eitt vælgrundað svar upp á, hví ein loysn, sum at síggja til bæði er praktiskari, tryggari - og í longdini eisini bíligari - ikki verður tikin upp á tungu í sambandi við vegaføringina í Leirvík, sigur Rúna Sivertsen, fyrrverandi formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Vegaføring

 

Í viðmerking í bløðunum hevur Rúna Sivertsen, fyrrverandi formaður í Ráðnum fyri Ferðsutrygd, lagt seg út í kjakið um vegaføringina í Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin.

Í stuttum mælir hon Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í samferðslumálum, til at gera eina brúgv úr grótkastinum á syðra enda á havnalagnum í Leirvík og norður á grótkastið við ferjuleguna.

Rúna vísir á, at politikarar í fleiri ár hava klandrast um, hvar vegurin úr Norðoyatunlinum skal liggja, men framvegis røkist lítið fyri semju.

- Tað undrar meg, at lítið og einki hevur verið at hoyrt um eina møguliga brúgvaloysn í hesum sambandi. Ein brúgv hevði helst bæði verið ferðslutryggari, praktiskari og bíligari, heldur fyrrverandi formaðurin í RFF.

 

Eingin meinbogi

Í viðmerkingini sigur Rúna, at ein brúgv eisini

hevði stytt um farleiðina, samstundis sum hon hevði sloppið leirvíkingum undan einum landsvegi, sum vísir seg at vera til forargilsi hjá bygdarfólkinum – líka mikið, hvar vegurin verður lagdur.

- Um rætt verður atborið, nýtist ein brúgvaloysn ikki at verða nakar stórur meinbogi fyri leirvíkingar, heldur fyrrverandi formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Tað undrar Rúnu, at eingin hevur tikið eina møguliga brúgvaloysn í Leirvík í álvara.

- Sum borgari havi eg hug at krevja eitt vælgrundað svar upp á, hví ein brúgvaloysn ikki verður tikin upp á tungu.

Hon vísir á, at Landsverk roynir at leggja allar vegir so niðarlaga sum gjørligt, tí jú ovari ein vegur liggur, verri er hann á vetri við kava og hálku.

 

18 metrar høg

- Ein brúgv verður einar 350 metrar long. Hon er stutt, trygg og heilt uttanfyri allan annan veg. Hetta merkir, at tú sparir viðlíkahald, frákoyringar og annað, sum má gerast í samband við ein veg – antin hann liggur ovari ella niðari í bygdini, sigur Rúna Sivertsen.

Sambært uppskotinum, sum Dávur Winther í sínari tíð spældi sær við á telduni, er brúgvin einar 18 metrar høg, og soleiðis er hædd eisini tikin fyri, at skip kunnu sigla inn og út av Leirvík.

Í uppskotinum hjá Dáva Winther verður brúgvin borin av trimum súlum.