Tað var brúdleypshýrur í Gundadali sunnudagin. Ein av klaksvíkingunum í B36, Heðin á Lakjuni, hevði leygardagin givið sítt ja til Anna Mariu Sjóstein, sum eisini er ættað úr Klaksvík, og sum gongur í læraraskúla í høvuðstaðnum.
Undir upphitingini rungaði brúðarmarsjurin úr hátalarunum, og Heðin á Lakjuni tóktist ikki plágaður av at vera giftur. Tá ið bara tólv minuttir vóru farnir, hevði hann tvær ferðir skorað, og báðu ferðirnar hevði hann sett høvdið undir bóltin.
Liðfelagarnir, sum høvdu verið í brúdleypinum á Viðareiði leygardagin vildu vera við til at krýna stóra fótbóltsdagin hjá liðfelaganum. Tá ið B36 fekk tillutað brotsspak, varð Heðin settur at skjóta, men hann misnýtti. Vit innaru síðuni á vinstra beini yvirplaseraði hann, og bólturin fór við síðuna av málinum.
Men Heðin hevði kortini stóran leiklut í 4-0 sigrinum hjá B36 á GÍ. Hann átti næstsíðsta fótin á, tá ið B36 økti til 3-0. Við neyvari sending legði hann bóltin fyri føturnar á Jákupi á Borg, sum skoraði til 3-0 og harvið avgjørdi, at øll stigini skuldu vera eftir í Gundadali.
B36 hevur ofta misnýtt brotsspørk seinnu árini. Hevur tú áður roynt teg úr ellivu metrum?
- Eg havi ongantíð skotið brotsspark í landskappingardysti áður. Hvørki í B36 ella í KÍ. Eg havi skotið í brotssparkskappingum, men ikki í sovornum dysti. Tað var heldur ikki avtalað hesa ferð, at eg skuldi skjóta, men liðfelagarnir vildu hava, at eg skuldi royna, og so gjørdi eg tað. Men eg rokni ikki við, at eg fari at verða biðin aftur næstu ferð!
Fótbólturin krevur nógv
Í góðveðrinum leygardagin vóru knappliga hálvt triðja hundrað fólk í brúdleypi á Viðareiði. Millum hesi vóru nógvir fótbóltsspælarar, bæði úr KÍ og B36. Skipað var so fyri, at Dúgvan var leigað at sigla eykatúr av Klaksvík um midnáttina, men tá vóru spælararnir á oddaliðnum longu farnir. Ion Geolgau hevði givið ordrar um, at B36 spælararnir skuldu fara úr Klaksvík klokkan eit korter til ellivu, tá síðsti túrurin eftir vanligu ferðaætlanini var úr Klaksvík.
Í annaðkvøld skulu Heðin á Lakjuni og liðfelagarnir verja oddasessin ímóti VB í Gundadali. So verða nakrir frídagar á skránni. Men tað verður skjótt aftur fótbóltur í gerandisdegnum hjá B36 spælarunum. Teir skulu undir fyrireikingarnar til steypafinaluna. Ólavsøkudag skulu teir aftur spæla ímóti GÍ um, hvat av hesum báðum liðunum skal eiga Løgmanssteypið næsta árið. Og hóast B36 vann sannførandi sunnudagin, so verður einki slakað í fyrireikingunum.
Anna Maria og Heðin á Lakjuni fara hósdagin á brúðarferð. Tey fara suður í heitari lond at slappa aví nakrar dagar.
- Vit høvdu ætlað at verið tvær vikur sunnanfyri, men tað er ein spurningur, um tað ber til, nú vit skulu fyrireika okkum til steypafinaluna á ólavsøku, sigur Heðin á Lakjuni, sum gleðir seg - um at hava fingið konu, um frítíðina og til at spæla finalu á ólavsøku.