Tað gekk ikki væl, tá 35 ára gamli amerikumaðurin úr Garnerville, Justin Lew Harris, skuldi giftast við 30 ára gomlu unnustu síni. Tá mamma hansara møtti í kirkjunu, rópti hon og vildi forða fyri, at tey bæði giftust. Brúðgómurin sá sær eingi onnur ráð enn at taka mammu sína í fangið og bera hana út í bilin.
Úrslitið varð, at brúdleypið bleiv avlýst, og brúðgómurin tikin og ákærdur fyri harðskap. Eftir at hava sitið tveir dagar í geglinum, slapp hann útaftur móti veðhaldi á ikki minni enn 28.000 dollarar.
Tað var í Carson Valley United Metodist kirkjuni, at vígslan skuldi fara fram. Eingin í kirkjuni var til at vitna um vígsluna, og tí vórðu boð send eftir mammu brúðgómin, men tað gekk alt annað enn væl.
- Mamman var ógvuliga upprivin av, at sonur hennara skuldi giftast, sigur presturin, Pete Nelson. Hóast hann royndi at siga mammuni, at hetta var ein avgerð, sum sonur hennara og unnustan høvdu tikið, nyttaði alt einki. Hon kundi bara ikki góðtaka, at sonurin skuldi giftast og setti seg upp ímóti, at vígslan fór fram.
Rokið í kirkjuni endaði við, at brúðgómurin tók 56 ára gomlu mammu sína, sum er plágað av gikt og gongur við stavi, í fangið og bar hana út í bilin.
Sjálv sigur mamman, at sonur hennara blakaði hana út, og hon datt fleiri ferðir á veg úr kirkjuni og út í bilin. Justin Lew Harris sigur hinvegin, at hann bar mammu sína út, tí hon er so illa gongd av giktini.
- Eg hevði ongantíð viljað gjørt mammu míni skaða, segði brúðgómurin, sum kortini varð handtikin og settur í geglið fyri tilburðin.