Á Hotel Plaza í Keypmannahavn vóru tey ikki sørt stolt fríggjadagin. Tey høvdu ikki færri enn fýra kongaligar brúdleypsgestir búgvandi, og tað var opinbart nakað sum gav fýra stjørnaða hotellinum eina eyka stjørnu í hattin.
Siðbundna hotellið, sum Fríðrikkur kongur VIII í síni tíð gav boð byggja beint við síðuna av Hovedbanegården, stóð liðugt í 1913, og var fyrstu árini fast gistingarhús fyri ferðandi gestir hjá kongshúsinum.
Síðan tá er nógv hent, og gestir hjá kongshúsinum koma ikki longur við toki. Men brúdleypsdagin, var tað sum kendi hotellið søgunnar veingjasuð, tá teir fýra gestirnir úr Føroyum komu út úr lyftuni, pyntaðir frá topp til tá í pingvindraktum og skræddaraseymaðum kjólum.










