Tað er nú ein tíð síðani, at fjósið hjá bóndanum í Kirkjubø hýsti neytum. Seinastu mánaðirnar hava fornfrøðingar skrásett gamlar steinar í fjósinum, men fríggjakvøldið í farnu viku vóru steinar, básar og alt tað, ið kundi mint um fjós, beint burtur.
- Upprunaliga var ætlanin bara at hava kalt borð í Roykstovuni, men Jóannes, bróður, hevur leingi hugsað um at nýtt fjósið til onkur mentanarlig tiltøk, og har av spratt hugskotið at halda brúðarveitsluna inni har, sigur Sigert Patursson.
Líka síðani tankin kom fram í januar mánað, eru vikuskiftini nýtt til fyrireikingar. Og tað er nógv at taka sær av, tá eitt brúdleyp stendur fyri framman.
- Básarnir stóðu uppi, so teir skuldu allir takast niður. Alt skuldi málast og vaskast og snøggast um, men familjan er stór, og tað plagdi ikki at standa á, at fáa fólk at taka eina hond í. Tað hevur tað heldur ikki gjørt í hesum førinum, og vit eru takksom fyri alla hjálpina, vit hava fingið, sigur Sigert Patursson.
Forngripasavnið hevur annars leigað fjósið til skrásetingarnar av steinunum, men teir vóru allir fluttir upp á loftið til serliga høvið fríggjakvøldið.
- So hvørt, sum tíðin nærkaðist til brúdleypið, mátti hvørt kvøld nýtast at gera klárt. Tíbetur hava summi fingið summarfrí, og kundu tí taka eina eyka hond í, so tað eydnaðist at fáa alt klárt til tíðina, sigur Sigert Patursson.
Hóskandi matarskrá
Sum nevnt var uppruna ætlanin at hava kalt borð, men nú veitslan varð flutt inn í fjósið, bleiv eisini matarskráin broytt.
- Eitt, sum vit mátti baksast rættiliga fitt við, var borðskipanin. Vit fingu borð ymsastaðni frá, millum annað úr Dali. Tey vístu seg at vera heldur smalari og so passaði beinskipanin eisini betri, so stólarnir fingust inn undir borðini, sigur Sigert Patursson.
Ein bróður brúðgómin siglir við grønlendskum rækjubáti, og hann syrgdi fyri forrættinum, sum sjálvandi var rækjubland. Ógvuliga passandi, nú veitslan stóð í einum fjósi, var høvuðsrætturin oksakjøt, og omaná var ein trifta av rabarbum, blandaðum við jarðberum og við súrróma afturvið.
Út móti morgni varð so boðin oksahalasúpan. Og brúðgómurin sjálvur heldur, at alt riggaði avbera væl.
- Tað tóktist, sum fólk vóru væl nøgd, bæði við borðhaldið, undirhaldið, dansin og við veitsluna sum heild, sigur Sigert Patursson.
Borðreitt var til smáar 300 gestir, og tað er á leið tað, ið rúmast inn í fjósið í Kirkjubø.
Eingin brúðarferð – enn
Tá borðhaldið var at enda komið, bleiv umleið helvtin av borðunum beind burtur, og hin helvtin flutt út til síðurnar. Og var farið upp á gólv, sum vanligt er í brúdleypum, og brúðarvísan kvøðin.
- Slíkar gamlar traditiónir verða hildnar í Kirkjubø. Her verður vanliga føroyska brúðarvísan kvøðin, og soleiðis var eisini fríggjakvøldið. Eisini er vanligt, at skotið verður fyri brúðarpari í Kirkjubø, og tað varð tað eisini, tá vit blivu gift. Tó er tað soleiðis, at tað bert verður skotið, tá brúðarparið kemur úr kirkjuni, sigur Sigert Patursson.
Spælt varð undir við borðhaldið, og tá brúðarvísa og brúðarvalsur var farið aftur um bak, var vanligur dansur.
- Neyðugt var at dansa á betonggólvi, men tað gekk eisini, sigur Sigert Patursson.
Hann hitti grønlendsku konu sína í einum brúdleypi í Kirkjubø fyri hálvum øðrum ári síðani, og tí var tað ógvuliga passandi, at tey bæði eisini blivu gift har. Annars býr hann á Vatnaskørðum í Hoyvík og hevur fest Hoyvíksgarðin.
- Tað er ikki so lætt at loypa frá, tá ein situr við einum festi, so brúðarferð verður av ongum – í hvussu er ikki nú, sigur Sigert Patursson, sum saman við konuni, Aliku, fingu ein hugnaligan dag og eina góða veitslu í fjósinum í Kirkjubø.










