Meir enn nakað annað skulu vit modernaðu menniskju vera ein success í kropp og sál og ikki minst í kærleikslívinum. Og tað kann eisini væl hugsast, at kærleikin livir og hevur tað gott millum pør í Føroyum. Munurin er bara, at í dag skulu øll onnur eisini fáa tað at vita á ein hátt, so tey helst ikki gloyma tað aftur. Og til tað finst onki betri høvi enn eitt stórfingið brúdleyp.
Alt skal hóska saman
- Tí eru brúdleyp vorðin sannar framførslur ella pallsetingar, har tú sleppur at vísa, at tú ert nakað og ikki minst ein success í kærleikanum. Ofta er talan um verulig brúdleypsshows, har øll skul klappa og vera glað, og ikki minst tosa um hetta heilt sermerkta brúdleypið í langa tíð aftaná, sigur Jóan Pauli Joensen, sum hevur skrivað bókina I ærlige brudefolk um brúdleyp og brúdleypssiðir í Føroyum.
Sum ein, ið veit serliga nógv um gamlar brúdleypssiðir, fær Jóan Pauli Joensen eisini nógvar fyrispurningar frá fólki, sum skulu fyrireika sítt brúdleyp.
- Fyrst av øllum vilja fólk hava, at júst teirra brúdleyp verður nakað heilt spesielt og persónligt. Ofta vilja tey, at brúdleypið hevur støði í gomlum føroyskum siðum, men tey vilja gera tað rætt, so tað eisini verður ektað, sigur professarin.
Onnur vilja kanska vita, hvussu tey kunnu seta tað gamla saman við nýggjum íblástri, tí veruliga gamlir brúdleypssiðir liva ikki upp til nútíðarkrøv.
- Størsti munurin er nokk øgiliga estetiseringin av brúdleypum nú á døgum. Nú skal alt matsja niður í minsta smálut. Ein litur í brúdleypsklæðunum má hóska saman við serviettunum og so framvegis. Alt er neyvt planlagt frá innast til uttast, líka frá undirklæðunum hjá brúðurini og sósini aftur við perluhønini til hvar vígsan skal fara fram, um hon ikki fer fram í kirkjuni.
Hjálpast enn at
Rákið við at giftast á ofta øðrvísi og originalum støðum, so sum í Listaskálanum, úti í náttúruni, í Norðurlandahúsinum ella enntá í Norðoyartunnlinum tykist at vera komið frá samkomum uttanfyri fólkakirkjuna. Helst tí fólk hava hildið borgarligu vígslurnar verið nakað óromantiskar, heldur Jóan Pauli Joensen. Men eisini sum heild hava vit sæð nógvan nýggjan íblastur útifra seinnu árini.
- Tað er í øllum førum ikki gamalt føroyskt at pápin førir brúðurin upp, ella til dømis at halda polterabend ella at biðja fólk sjálvi tekna seg til brúdleypið. Tað hugskotið er nú ikki so býtt, tí tá fornermar parið jú ongan, og spurningurin um, hvør skal bjóðast, hevur altíð volt høvuðbrýggj.
Enn eru vit tó ikki komin hartil, at vit bíleggja heilar brúdleypsveitslur frá professionellum brúdleypsfyritøkum, og tað vildi eisini verið stórt spell, heldur Jóan Pauli Joensen, tí felags fyrireikingin av einum brúdleypi hevur altíð havt nógv at siga í Føroyum.
- Tað var jú neyðugt at hjálpast at. Tí góvu øll eina hond við til at baka, skaffa kjøt og annað, so gestirnir og kanska øll bygdin í grundini eisini vóru aktørar í brúdleypinum. Tann siðin halda fólk fast í, tí tað er rættiliga vanligt at vinkonur koma við køkunum. Tað góðtaka hotellini eisini, sjálvt um tey syrgja fyri hølum og døgurðanum.
Showið heldur fram
Hóast nútíðar brúdleyp ofta eru vorðin kostnaðarmikil glamourøs shows, hevur kærleikin ikki fingið minni týdning. Hann kemur bara meir øðrvísi til sjóndar, heldur Jóan Pauli Joensen.
- Kærleikin er vorðin so eksplosivur og altumfatandi, og tí krevja vit eisini meir og verða harvið eisini lættari vónbrotin. Øll vilja vit uppliva tað heilt stóra forelskilsi, og tí kann grái gerandisdagurin tykjast sum ein órímilig avbjóðing. Nógv klára tað heldur ikki, og so byrjar veiðan eftir einum nýggjum forelsklisi, tí the show must go on.
Men hóast hjúnarskilnaðir og støk fylla alsamt meir í hagtølunum, hava familjuvirðini ongantíð havt størri týdning enn í dag, heldur professarin.
- Fólk giftast jú sum ongantíð fyrr, og fyri tey allarflestu hongur tað saman við teirra ynski um at fáa eina familju og skapa tryggar karmar kring hana. Tí er tað eisini heilt vanligt, at fólk sum hava trý børn og hava livað saman í áravís, knappliga vilja giftast. Kanska er hetta tekin um ein enn størri tørv á at verja familjuvirðini og kærleikan, netupp tí tað tykist sum at kærleikin er vorðin meir skroypiligur, sigur Jóan Pauli Joensen.
Sorgin er hinvegin eins stór, tá kærleikin ikki vísir at vinna á øllum kortini, minnir hann á. Tí er tað kanska eisini gott at liva í eini tíð, har tað ikki nýtist at vera verðsins undirgangur, at brudleypið ikki livdi upp til stóru væntaninar.