Fótbóltur
Eysturríksk fjølmiðlafólk bera uppá mál, at føroyska landsliðið hevur eina fleksibla ”10-0-0” spæliskipan, har allir á liðnum verja. Venjarin hjá Eysturríki, kekkiski Karel Brückner hevur eina sera einfalda uppskrift yvirfyri eysturríksku fjølmiðlunum, um hvussu føroyska liðið skal knekkast.
- Pressa, pressa, pressa, fáa eina skjóta leiðslu.
Hesi vóru einføldu, men greiðu boðini hjá Karel Brückner. Brückner hevur skrivað sær aftanfyri oyra, at Rumenia uttan nakra serliga eydnu royndi at spæla seg gjøgnum miðverjuna hjá føroyska liðnum. Tí liggur tað í kortunum, at eysturríkska liðið fer at royna at spjaða spælið meir út á vengurnar. Eysturríkska liðið plagar vanliga ikki at spæla við trimum áleyparum, men tað er væntandi, at Brückner setur tríggjar áleyparar á liðið leygardagin. Tí, sum Karel Brückner sjálvur sigur.
- Men, Føroyar eru nú ikki Italia ella Frakland!.










