Brúðarvísa undir fremmandum himli

Brúðarvísan er vorðin eitt serføroyskt fyribrigdi. Tá so føroyingur við ansi og áhuga fyri føroyska dansinum, giftist í fremmandum landi, og føroyskt dansifelag er statt í grannalagnum, er sjálvsagt at taka tann partin av okkara mentan við í brúdleypið

Føryska brúðarvísan varð sungin í brúdleypi á Álandi í summar. Brúðurin var føroysk, og brúðgómurin álendingur. Brúðurin var fyrrverandi skrivari løgmans, Maiken Poulsen. Dansifólkið var úr føroyskum dansifelag, sum av tilvild vitjaði Áland júst hendan dagin, brúdleypið var.
Tað er í dag neyvan nakað fólkaslag uttan føroyingar, sum enn hava tann sið at syngja brúðarvísu í dansi, tá brúdleyp er. Ivaleyst hevur hetta verið kent onkra aðrastaðni eisini, eins og dansur okkara var, men nú »eiga« vit hendan sið burturav.
Fyrst var hon bert á donskum. Vísan um Eleazar's Brudefærd úr Kanaan til Mesopotamien. Fyri harra sín at vinna soni hansara brúður, sum kundi góðtakast. Ikki varð heimafólkið hildið at vera nóg guðrøkið til slíkt. Hesi, sum telgdu sær gudar og settu á fjøl og leikaðu um teir við óvitaspøl, sum tað stendur í føroysku brúðarvísuni, sum nú fer at nærkast teimum hundrað árunum.
Gamalt er, at brúðarvísan verður sungin. Ikki kvøðin sum annað, ið havt verður á gólvi. Tí brúðarvísan er álvarsligur lærdómur til teirra, »sum góvu seg inn í hjúnalag«, og við ikki so lítið av andaligum innihaldið var hetta ikki nakað, sum dansað var lætt og spælandi til. Tann parturin av dansinum kom seinni í veitsluni og ger tað enn.

Vinarbýarstevna
Norrøna Felagið á Eiði er við í vinarbýarketu, sum fatar um býir og bygdir í øllum Norðurlonlum. Úr Grønlandi í norði og Slesvík í suðri heilt eystur til Finlands. Eisini Áland er við, og har varð stevnan hildin á sumri 2004.
Um somu tíð hevði føroysk genta valt at verða gift álendingi, og frætti hon, at júst henda góða dag vóru fólk úr Dansifelagnum á Látrinum stødd á vinarbýarstevnu á Álandi. So fyri at fáa eitt rættiligt serføroyskt íkast í brúdleypið, setti hon seg í samband við felagið á Eiði og spurdi um til bar at dansa brúðarvísuna í brúdleypi teirra.
Tað var ikki at spyrja fleiri ferðir. Leyst og liðugt við tað sama, og dansifókini fingu eina heilt serliga uppliving á hesi vinarbýarstevnuni.

Sjáldsamt dansikvøld
Tað var eitt sjáldsamt og hugnaligt dansikvøld á eini lítlari álendskari oyggj. Føroyska ferðalagið hevði verið í veitslu saman við hinum norðurlendsku luttakarunum á vinarbýarstevnuni, men fóru úr hesi í brúdleyp.
Eini 50 fólk mundu vera í brúdleypinum, tá dansifólkini komu. Mest álendingar. Men eisini onkur føroyingur. Meira enn so. Borðhaldið líktist ikki nógv frá tí, vit kenna her heima, greiða tey frá, sum við vóru.
Brúðurin heitti á føroyingarnar um at syngja onkran føroyskan sang við borðið. Tað gjørdu tey standandi. 37 fólk í føroyskum búnum. Og tað hildu álendingar vera»imponerandi«, at føroyingar bara soleiðis uttan víðari reistu seg upp og sungu so væl. Uttan fylgispæl.
Og meira gjørdist, tá brúðardansurin kom fyri. Men tá vildu álendingar eisini sleppa uppí, siga tey. Dansað varð í somu raðfylgju sum í Føroyum. Eisini prestur var í ringinum.
Og tey hildu seg ikki aftur, tá farið varð upp á gólv aftur seinni um náttina.