Brúðarvígsla rørdi meg mest

- Tað, at víga tvey til hjún, hevur helst verið tað, sum í 2017 rørdi meg mest, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, fer at halda nýggjár heima við hús í Miðvági. Nýggjársaftan verður hildin saman við familju og vinum.

 

- Vit fara at eta ræst kjøt og súpan, og á midnátt verður farið út á terassuna at skjóta fýrverk og at hyggja at fýrverki, sigur borgarstjórin.

 

Henni dámar væl fýrverk, men tá tað er at skjóta fýrverk, eru tað maður og synir, sum syrgja fyri hesum.

 

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2017?

 

- Hetta hevur verið eitt sera hendingarríkt ár. Eg byrjaði sum borgarstjóri 1. januar í 2017, og í starvinum havi eg havt nógvar nýggjar upplivingar. Tað, at víga tvey til hjún, hevur helst verið tað, sum rørdi meg mest.

 

Og hvat hevur so verið tað keðiligasta í 2017?

 

- Tíbetur kann eg siga, at familjan og eg sjálv eru skánað fyri nevniverdigar keðiligar hendingar. Tó eru onnur, sum eg kenni, ið hava mist ein av sínum kæru, og teimum havi eg djúpa samkenslu við.

 

Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2018?

 

- Tað forpliktar at vera borgarstjóri í hesi fantastisku kommunu, og tí kemur arbeiðið sjálvandi at fylla nógv aftur í ár. Her er nógv at taka fatt í, og eg gleði meg.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen vísir á, at annars er ikki nakað serstakt stórt á skránni á privata frontinum - uttan tað at fáa sum best burtur úr dagligdegnum saman við familjuni.

 

- Men, fyri ikki at falla heilt út um rammurnar, havi eg eisini ætlanir um at koma í betri form, soleiðis at eg hóski inn í Old Girls hópin aftur, og tað er ikki bara bara, sigur borgarstjórin brosandi.