Hollywood parið Angelina Jolie og Brad Pitt tóku fyri stuttum ring uppá. Tað merkir, at eitt brúdleyp er ávegis, og tí gera starvsfelagarnir í Hollywood seg nú til reiðar til eitt ordans brak.
Julia Roberts sigur við útlendskar miðlar, at hon heldur tað er ótrúliga spennandi, tí tað er altíð stuttligt, tá ið fólk velja sær ein lívspartnara.
- Hóast tað er long tíð til teirra brúdleyp verður, so havi eg hugsa um eina gávu, tí øll spyrja meg um tað. Og svarið er barnaansing. Tað er ein góð gáva, sigur Julia Roberts, sum hevur spælt saman við Brad Pitt í eitt nú Oceans Eleven.
Eisini filmsleikarin Jack Black hevur sagt sína hugsan um komandi brúdleypið.
- Eg havi ikki fingið eina innbjóðing enn, so lat okkum líka finna útav hvat hendir. Eg noyðist væl ikki at keypa eina gávu áðrenn eg eri bjóðaður, sigur hann við útlendskar miðlar.
Brad Pitt bað Angelina Jolie giftast við sær í desember 2011, men tey hava ikki almannakunngjørt tíðindini fyrr enn nú.
Sambært heimasíðuni radaronline.com fara brúðarmyndirnar at kosta yvir 10 milliónir krónur fyri tann miðilin, sum er so heppin at fáa fatur á teimum.