Brúðarkøkulist

Elin Jákupsdóttir Petersen ger einar 50 brúðarkøkur um árið. Hon samstarvar við brúðarpørini um litir og form á køkuni, og hvør køka tekur einar 3-4 tímar at gera.

- Flestu brúðarpør velja at hava marsipan uttan á, men vit hava eisini eitt, sum eitur fondant, og tað er til tey, sum ikki dáma marsipan ella vilja hava eina heilt hvíta køku, sigur Elin, sum starvast á bakarínum Miðberg í Saltangará.

Fyllan, sum flestu brúðarpør velja, er hindbersúltitoy, vaniljukrem við sjokulátabitum og jarðberfromasja.

Vanligast er at hava tríggjar hæddir, men eru nógv fólk til brúdleypið, verða fýra hæddir nýttar.

Um summarið er tað mest at gera, og Elin veit longu um fýra kakir, sum skulu gerast til sama leygardag í summar.

Kostnaðurin fyri brúðarkøkurnar er 2.200 fyri tríggjar hæddir og 2.800 fyri fýra hæddir.