BP: -Vit høvdu ikki alla skyldina

Bretska oljufelagið BP vil ikki átaka sær alla skyldina av óhappinum í Meksikoflógva í summar. Í einari frágreiðing, sum felagið hevur almannakunngjørt í dag, stendur, at onnur feløg mugu átaka sær ein part av skyldini.

BP sigur, at tað var ikki ein einstøk orsøk til spreingingina á pallinum Deepwater Horizon tann 20. apríl, tá 11 fólk doyðu.

Í frágreiðingini kemur BP við atfinningum at felagnum Transocean, sum átti og rak pallin, samstundis sum BP fýlist á, at manningin hjá Transocean ikki gav sær far um fleiri ávaringartekin, sum vóru beint undan spreingingini.

Hinvegin ásannar BP, at felagið feilmetti ymisk viðurskifti og gjørdi okkurt mistak, tá roynt varð at tetta lekan.

Eygleiðarar høvdu væntað, at BP fór at átaka sær ein part av ábyrgdini av tí, sum hendi, men at felagið fór at frásiga sær mistøk, sum kunnu hava við sær, at felagið verður fær stór endurgjaldskrøv.