Framtíð á Atlantsmóti
. BP fer at bora tveir kanningarbrunnar norðan fyri verandi Foinaven feltið í næstum. Haraftrat verður arbeitt fram móti at byggja út felt, so sum Suilvenfeltið. Paul Carragher sigur, at Suilven er tøkniliga trupult. Teir síggja tað meira sum eitt gassfelt, sum verður hugt at uppá longri sikt. Tá tað verður bygt út verður tað í tilknýti við Foinaven feltið.
BP sær annars Laggan brunnin, ið Total og onnur feløg bora í løtuni, sum sera áhugaverdan og sum eitt møguligt ískoyti til tann gassinfrastruktur, sum BP longu hevur ment í økinum, har ein rørleiðing er løgd frá Foinaven feltinum til Hetlands og víðari til Magnusfeltið fyri norðan. Og har rørleiðing eisini er løgd frá Clair til Hetlands.
Paul Carragher sigur, at verður Laggan bygt út, so síggja teir tað sum náttúrligt, at tað verður eitt samstarv, soleiðis at gassið haðani kann flytast til Clair og víðari til Hetlands.
Nú tosað verður nógv um at gera møgulig gassfund á Atlantsmótinum og eisini í Føroyaøkinum sigur BP stjórin, at tað teir fyrst hyggja eftir er oljufund. Verður gass funnið, so má talan vera um stór felt, og haraftrat kemur, at gassflutningurin á djúpum vatni er trupul. BP arbeiðir við slíkum í Mauritania, har tað er djúpt vant. Men tað er sera trupult tøkniliga. Eitt gassfund fer ikki at verða bygt út beinanvegin, uttan so at tað er risastórt.
Men møguleiki er so eisini at byggja út smærri gassfelt sum Suilven við tíðini og tengja tey uppí verandi infrastruktur.
Paul Garregher sigur at enda, at alt, sum BP fer at gera á føroyskum øki í framtíðini, vil vera í samráð við aðrar operatørar og myndugleikarnar.